Áki Debes Samuelsen fekk 81 minuttir á vøllinum, tá lið hansara Ranheim spældi fyrsta kappingardystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Frammanfyri 1.060 áskoðarum á EXTRA Arena leikvøllinum í býnum har norsku kongarnir vera krýndir og grivnir, Tróndheimi tók Ranheim móti høvuðsstaðarliðnum, Lyn Oslo.
Tað gekk av skriðuni hjá Ranheim, ið mátti lúta 0-3 fyri Lyn. Beint undan steðginum legði Lyn seg á odda við einum brotssparki, og tá Áki var skiftur út í 81. minutti høvdu oslobúgvarnir økt til 3-0.
Lokali miðilin nidaros.no heldur, at talan var um eitt fullkomuliga óneyðugt brotsspark, ið fekk Lyn á sigursslóðina.
Ranheim hevði bóltin 56 prosent av tíðini, men tá talan var um royndir innanfyri málrammurnar hjá mótstøðuliðnum vóru tølini 8-5 til Lyn.
Við føroyskum brillum kunnu vit tó fegnast um, at Áki í fyrsta kappingardystinum hjá Ranheim fekk 81 minuttir á vøllinum.
Í øðrum umfarinum spælir Ranheim móti Moss á útivølli. Tann dysturin verður leiktur komandi leygardag klokkan 15.
##med2##