Tað eru nú bara Atli P. Dam og Kristian Djurhuus, sum hava sitið longri enn Aksel V. Johannesen sum løgmaður.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur hildið sjey ólavsøkurøður, so tá Aksel hevur hildið dagsins røðu, so eru teir javnir við sjey ólavsøkurøðum í part.
Listin niðanfyri vísir, hvussu leingi tey 14 hava sitið í løgmansstarvinum:
1 | Atli P. Dam | 16 ár | |
2 | Kristian Djurhuus | 10 ár | |
3 | Kaj Leo Holm Johannesen | 7 ár | |
4 | Aksel V. Johannesen | 7 ár | |
5 | Petur Mohr Dam | 6 ár | |
6 | Anfinn Kallsberg | 6 ár | |
7 | Jóannes Eidesgaard | 4,5 ár | |
8 | Pauli Ellefsen | 4 ár | |
9 | Edmund Joensen | 4 ár | |
10 | Hákun Djurhuus | 4 ár | |
11 | Bárður Nielsen | 3 ár | |
12 | Andras Samuelsen | 2,5 ár | |
13 | Jógvan Sundstein | 2 ár | |
14 | Marita Petersen | 1,5 ár |