Havi ongantíð verið nakar ólavsøkufjeppari

- Tað er ikki alt, sum hendir á ólavsøku, ið tosað verður um, sigur Dánial A. Hansen

- Tað er serliga kappróðurin sum dregur. Tann stemningurin, sum er undir kappróðrinum, er heilt serligur

Plagar tú at fara á ólavsøku? 

 

- Eg havi ongantíð verið nakrar ólavsøkufjeppari. Men tó so havi eg sum oftast verið ein túr í Havn á ólavsøku. 

 

Tað sigur Danial A. Hansen.

 

Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? 

 

- Tað er serliga kappróðurin á ólavsøku sum dregur. Tann stemningurin, sum er á kaiini undir kappróðrinum, er heilt serligur.

 

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni? 

 

- Nei, eg sakni einki, tí her er nógv ymiskt til øll, hugsi eg. 

 

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

 

- Nei, eg minnist ikki nakra ávísa ólavsøku fram um aðrar, sjálvt um okkurt minnið á onkrari ólavsøku er serligari enn okkurt annað, sigur hann brosandi.

 

Dánial A. Hansen leggur aftrat, at tað er jú heldur ikki alt, sum hendir á ólavsøku, ið tosað verður um.

 


 

 

- Tað er serliga kappróðurin sum dregur. Tann stemningurin, sum er undir kappróðrinum, er heilt serligur