HM: Líggjas nummar 24 í 800 metrar frí

Ísak Brisenfeldt, Lea Osberg Højsted og Bjarta í Lágabø hava eisini roynt seg í dag

Mynd: Rókur í Jákupsstovu

Svimjing.com skrivar: 

 

- Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 8:21.60 og eina plasering sum nr 24 av 26 í 800 frí, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

 

Ìsak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 2:04.17 og eina plasering sum nr 32 av 37 í 200 firvald, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er eksakt kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

 

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) royndi seg í morgun í 100 metra bringusvimjing á HeimMeistarastevnuni 2025 í Singapore, og varð har nr 48 av 56 við tíðini 1:13.19. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

 

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) royndi seg í morgun í 100 metra ryggsvimjing á HeimsMeistarastevnuni 2025 í Singapore, og varð har nr 54 av 56 við tíðini 1:09.15. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com 

 

Skrivar svimjing.com 

 

 

 

Mynd: Rókur í Jákupsstovu