Tað segði albanski forsætisráðharrin, Edi Rama, undan fundinum við ES-forsetan, António Costa, í dag.
Sambært Costa er farið undir eitt nýtt kapittul um leiðina hjá Albania til ES-limaskap.
- Tað er týdningarmesta geopolitiska íløgan fyri frið, vælferð og stabilitet á okkara meginlandi. Víðkan til Vesturbalkan er ein greið politisk raðfesting hjá ES, segði Costa.
Fyri at fáa limaskap skulu allir ríkis- og stjórnarleiðarar í ES semjast um, at teir ynskja at taka viðkomandi land inn.
Harumframt skal landið lúka politisku og búskaparligu krøvini hjá ES og taka galdandi reglur hjá ES til sín.
/Ritzau/