Alfred Olsen fer at halda røðu

Bálið á Toftum verður tendrað á midnátt, og nýggja árið verður skotið inn við fýrverki.

 

Tað verður aftur í ár B68, sum fer at skipa fyri nýggjárshaldinum á Toftum gamlaárskvøld, og í ár verður haldið norðan fyri bilaverkstaðið Við Rætt.

 

Bæði nýggjársbál og fýrverk verður í ár skotið norðan fyri MJ Saltsølu. Byrjað verður klokkan 23.15, tá B68 bjóðar heitt kakao og bollar.

 

Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður og kommunuskrivari í Nes kommunu gjøgnum mong ár, fer at halda nýggjársrøðuna, sum verður hildin klokkan 23.30.

 

Tjóðsangurin fer at ljóma klokkan 23.45, og á midnátt verður bálið tendrað, eins og nýggja árið verður skotið inn við fýrverki.