Mánakvøldið 17. mars klokkan 19:00 bjóðar staðarnavnanevndin hjá Eiðis kommunu øllum áhugaðum til eitt tiltak, har nevndin greiðir frá arbeiði sínum og fer at gjøgnumganga nøkur nøvn.
Staðarnøvnini verða víst á stórskíggja.
Áhoyrarar hava møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum.
Vónandi møta fólk fjølment og geva sítt íkast til skrásetingina, so staðarnavnaskrásetingin verður so fullfíggjað og røtt sum gjørligt.
Kaffi verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar eidi.fo.