Spæla vit móti Hollandi ella Niðurlondum?

Birkblog: Á grækarismessu, tólvta mars, verður fyrsti landsdystur í nýggju ítróttarhøllini við Tjarnir, uppi í Hoyvíkshaganum. Lukkutíð er útselt til dystin, sum er undankapping í evropameistaraskapinum hjá monnum í hondbólti.

 

Í nógv ár havi eg havt sum sport, tað er tað nærmasta eg komi útinnandi ítrótt, at spyrja fólk, sum eg møti í elevatori og hoyri tosa niðurlendskt, hvat tey kalla seg sjálvi. 

 

- We are Nederlandische people, svara tey á flúgvandi enskum, og leggja afturat, at tey hoyra til The Royal House of the Netherlands, Het Koninlijk Huis, sum tað eitir á nederlans, málinum tey tosa, og sum ofta verður mistikið fyri føroyskt, tá vit ferðast úti í heimi, uttan at eg heilt veit hví. Okkurt barkaljóð, kanska.

 

- Willem Alexander er okkara kongur, hann er sonur Beatrix, sum tú kanska kennir betri. Land teirra er Niðurlondini, sum eru tólv landslutir. Eg nikki játtandi, at eg havi skilt tað heila og vit tosa um niðurlendskan popptónleik og hvussu tað mundi bera til, at so nógv popporkestur blivu kend í Føroyum síðst í sekstiárunum og fram eftir, frá Ekseption, Shocking Blue, Focus og Golden Earring. 

 

Lesið meira á birkblog við at trýsta her