Altjóða Føroyar

Tann 8. og 9. apríl 2024 helt Norðurlandsráðið fyri fyrstu ferð fund í Føroyum, og málið um at fáa Føroyum limaskap í Norðurlandaráðnum, sum tað er full politiskt semja um í Føroyum, varð svavað av eini svenskari ráðfrúu, ið ógvuliga nonchalant helt fyri í samrøðu í D&V, at tað helt hon ikki, at vit føroyingar høvdu tørv á. 

Tað skapti skilligt stóra ónøgd í Føroyum; og okkara umboð í  Norðurlandaráðnum Jóhan Dahl og Erling Eidesgaard vóru samdir um at støðan er óhaldbar. Í samrøðum í KVF um miseydnaðu sjálvstøðugu limaskapsroyndina, rætti Erling hond til tjóðarsemjuhond millum flokkar fyri at fáa  Føroyum sjálvstøðugan altjóða limaskap. 

Mitt í øllum tíðindameldrinum um glóðheita evnið, sum bæði løgmaður Aksel Johannesen, floksformenninir Bárður á Steig Nielsen og Beinir Johannesen vóru við uppá at finna nýggja kós og semju, kom tíðargreinin “Ríkisfelagsskapurin (sokallaði) 2.0 – við lógaruppskoti til Lóg um sjálvræði Føroya”. Teir báðir Kristian Joensen, námslektari, og Bárður Larsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya hava skrivað hana, og eg sá hana í Norðlýsinum 12.apríl.

Í greinini siga teir seg hava  “tikið danska forsætismálaráðharran og aðrar leiðandi politikarar upp á orðið, tá teir siga, at sokallaði ríkisfelagsskapurin er ella skal vera ein felagsskapur millum javnbjóðis partar. Greinin vísir á broytingar, sum kunnu gerast í eini Lóg um sjálvræði Føroya at broyta heimastýrislóggávuna til tess, at skipanin kann gerast javnari.” Teir siga at “ein slík lóg er ikki ein samlað nýskipan, men ein lóg, sum kann leggjast aftrat og broyta heimastýrislóggávuna (t.e. serliga heimastýrislógina, yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina) “. Men teir skriva eisini “Kortini er greitt, at full rættarlig javnstøða einans kann verða, um Føroyar gerast antin fullveldisríki ella statur í samveldi, har Danmark (og evt. Grønland) er hin staturin undir felags stjórnarskipan.”

Í skitsuni um Lóg um sjálvræði eru 8 tættir – 8 lógargreinar. Ein av teimum snýr seg um  AT GERA ALTJÓÐA SÁTTMALAR OG FÁA LIMASKAP Í ALTJÓÐA FELAGSSKAPUM Í EGNUM NAVNI. Høvundarnir nevna í viðmerkingunum til hesa lógargrein: “Tað er ongin loyna, at føroyskir politikarar síggja tronga uttanríkispolitiska rásarúmið sum ein serligan trupulleika. “ Og tað er so púra rætt!

Tann 17. apríl í ár var samrøða við Kristian Joensen í KVF, og evnið var eisini í Breddanum 18. apríl, har floksformenninir Aksel V. Johannesen, Bárður á Steig Nielsen, Beinir Johannesen og Høgni Hoydal umrøddu uppskotið jaliga.

Tað eru ikki bara donsku politikkarnar, vit skulu taka upp á orðið, tá ið tað snýr seg um broytingar í ríkisrættarligu støðu okkara. Vit skulu eisini taka polittikararnar og flokkar upp á orðið og krevja, at farið verður undir at fáa neyðugar politiskar semjur um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Allir føroyingar vilja tryggja sær, at Føroyar kunnu gera altjóða sáttmálar og fáa limaskap í altjóða felagsskapum í egnum navni. Tað er fult gjørligt, um vit standa saman. 

Bjóðið tí lektarunum báðum framat at lýsa málið og skitsuna til Lóg um sjálvræði Føroya nærri. Latið ikki ósemjur, forsøgu, vanahugsanir ella errinskap forða tí. Takið stig til at seta bólk við umboðum frá øllum politiskum flokkum og serfrøðingum at fáa neyðuga semju sum grundarlag fyri nýggja ríkisrættaligari støðu, sum tryggjar, at Føroyar kunnu senda umsóknir um limaskap til allar altjóða felagsskapir, Føroyum tørvar.

Vit onnur – hvat kunnu vit gera? Lesa greinina, lurta og luttaka í kjaki, stuðla okkara politikkarum at standa saman um at leiða Føroyar út á altjóðu pallarnar undir Merkinum.

 

Høgni í Stórustovu

aðalstjórnarformaður fyri Tjóðveldi