VIDEO: Andrias og liðfelagarnir taptu á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Tychy-Wisla Plock 2-1 (2-1)

 

Føroyski landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini móti Tychy.

 

Longu í fjórða minutti legði heimaliðið seg á odda 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði Iban Salvador til 1-1, men fáar minuttir undan steðginum skoraði Tychy tað sum gjørdist sigursmálið til 2-1. Andrias spældi allan dystin.

 

Wisla Plock er nummar fýra í deildini við 44 stigum. Teir hava átta stig upp til Termalica, ið hevur 52 stig á øðrum plássinum. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan nummar trý til seks spæla um uppflyting. 

 

Wisla Plock hevur sjey stig niður til Ruch Chorzow, ið hevur 37 stig á sjeynda plássinum. 

 

Komandi leygardag hevur Wisla Plock heimadyst móti Wola, ið er næstaftast í deildini, so tá skuldi møguleikin fyri einum sigri verið til staðar. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Tychy-Wisla Plock 2-1 (2-1):