Men av tí at einki valevni hevur fingið meira enn 50 prosent av atkvøðunum, verður annað atkvøðuumfar 18. mai.
Tað verður millum sjálvstøðuga valevnið og borgarstjóran í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, Nicusor Dan og ES-skeptikaran George Simion úr høgraflokkinum AUR.
Simion vann fyrra umfar í gjár við 41 prosentum av atkvøðunum. Eftir hann kom Dan við umleið 21 prosentum.
Simion hevur serliga útmerkt seg sum atfinnari av ES, stuðul hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, og mótstøðumaður fyri hernaðarligum stuðli til Ukraina.
Nicusor Dan er pro-ES-talsmaður og hevur stríðst við lyfti um at berjast móti "korruptu" politisku elituni.
/Ritzau/