Leiðarardagur í Tórshavnar kommunu

Torshavn.fo

 

Eina ferð um árið savnar Tórshavnar kommuna allar leiðarar til ráðstevnu, har sjóneykan verður sett á ymisk evni, sum hava týdning í leiðsluhøpi.

 

Evnið fyri dagin í ár snúði seg um, hvussu vit kunnu taka ímóti og upplæra nýggj starvsfólk. 

 

Hetta er av týdningi, tí Tórshavnar kommuna leggur stóran dent á at hava dugnalig starvsfólk á øllum fakøkjum. Fyri at tryggja fakligheitina, og skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, ynskja vit, at starvsfólk støðast longri. Hetta kann ein væl skipað innleiðsla av nýggjum starvsfólkum leggja lunnar undir.

 

Borgarstjórin og kommunustjórin byrjaðu dagin.

 

##med2##

 

Elsa Berg bar fram at “Við einum stórum arbeiðsplássi við nógvum starvsfólkum fylgir sjálvandi eisini ein ábyrgd. Vit vilja gjarna, at fólk vilja arbeiða hjá Tórshavnar kommunu, tí tað er eitt gott arbeiðspláss”.

 

Í røðu sínari segði Jóan Petur Hentze m.a.: “Í stuttum byrjar onboarding frá tí løtu, at leiðari hevur bjóðað einum umsøkjara starv og líka til, at viðkomandi starvsfólk er innlimað og fult virkið í starvinum og trívist”.

 

Christian Harpelund, sum er danskur serfrøðingur í Innleiðslu á arbeiðplássinum, helt eisini fyrilestur. Gunvør Suðuroy, fulltrúi og Elsa Johanna Høgenni, starvsfólkaleiðari, greiddu frá eini innanhýsis kanning um evnið og um framtíðarætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu sum arbeiðspláss. 

 

##med3##

Á degnum varð sjóneyka eisini sett á arbeiðsumhvørvið hjá okkara ungu starvsfólkum. Annika Helgadóttir Davidsen, Phd og adjunktur á Fróskaparsetrinum, helt ein fyrilestur um hetta evnið. Hon legði fram viðkomandi úrslit frá stóru kanningini um arbeiðsumhvørvi, sum varð gjørd herfyri.

 

Ann Hansen, eindarleiðari hjá B&U, greiddi frá um samrøðuamboðið Q12, sum kann nýtast til at styrkja trivnaðin á arbeiðplássinum. Eftir hetta vóru verkstovur í bólkum um Q12.

 

Við 2.200 starvsfólkum er Tórshavnar kommuna Føroya størsta arbeiðspláss, og er árliga stevnan eitt gott høvi hjá teimum útvið 100 leiðarunum at hittast.

 

##med4##