Annika og liðfelagarnir endaðu á fjórða plássinum

Nykøbing Falster tapti bronsudystirnar fyri Ikast-Herning bæði heima og úti

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hevur spælt sín seinasta dyst fyri Nykøbing Falster Håndbold á hesum sinni.

 

Nykøbing Falster tapti í kvøld eisini seinna bronsudystin fyri Ikast-Herning. Í kvøld gjørdist talan um eitt 24-27 tap. Tað var serliga í fyrra hálvleiki tað gekk illa í hond. Í steðginum var Ikast-Herning á odda 17-11.

 

Ikast-Herning vann fyrra bronsudystin 33-31 (19-15), og tær vinna sostatt bronsudystirnar samanlagt 2-0.

 

Bæði Annika og dugnaligi kappingarneytin, Cecilie Greve høvdu báðar eitt bjargingarprosent upp á 30 prosent í kvøld. 

 

Nykøbing Falster tapti eisini finaluna í European League fyri Ikast-Herning. Tá tapti Nykøbing Falster 24-31 (15-14). 

 

Í steypakappingini tapti Nykøbing Falster dystin um triðja plássið 27-28 (11-17) fyri Silkeborg-Voel.

 

Nykøbing Falster var sostatt við í tveimum hálvfinalum og einari finalu í einum minniligum kappingarári.

 

Komandi kappingarár spælir Annika við Follo í bestu norsku hondbóltsdeildini.