Hon eitur Eydna Dalheim, og hon 1. desember fylti hon 16 ár. Hóast unga aldurin hevur hon verið sera eyðsýnd á liðnum hjá Víkingi, har hon skoraði 12 av teimum 41 málunum, sum Víkingur skoraði. Og avrikini bóru við sær, at Eydna í kvøld varð kosin at vera ársins ungi spælari.
Ársins ungi spælari hjá monnum er Ari í Haraldstovu Petersen. Hann umboðaði í ár 07 Vestur, men síðani kappingarlok hevur hann skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann næstu árini fer at umboða KÍ.
-Tað verður stór avbjóðing. Møguleiki er at spæla í Europa, men tað er stór kapping um plássini á liðnum, so tað ræður um at venja nógv og vera klárur, sigur Ari í Haraldstovu Petersen.
##med2##