Árni er leikbannaður í trimum dystum

Niðurstøðan hjá aganevndini hjá FSF er, at landsliðsspælarin hjá KÍ ikki verður við ímóti Víkingi og tær tær næstu ferðirnar

Árni Frederiksberg verður ikki á liðnum hjá KÍ, sum í annaðkvøld klokkan 19 fer at spæla heimadyst ímóti Víkingi.

 

Tað er greitt, nú aganevndin hjá FSF er liðug at viðgera málið, sum eftir KÍ dystin á heimavølli ímóti EB/Streymi hevur finguð nógva umrøðu.

 

Árni Frederiksberg er leikbannaður í trimum dystum. Umframt ímóti Víkingi leygarkvøldið verður hann ikki við skírisdag, tá ið KÍ eigur heimavøll ímóti HB og annan páskadag, tá ið KÍ á heimavølli fer at spæla fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti B36.