Hvussu man tað kennast?
Og hvussu man tað ávirka menniskjaliga bæði fyri tann, sum situr dómin, og alla familjuna?
Føroyar senda enn í 2022 fólk til Danmarkar at sita dóm. Eitt er at vera settur í fongsul, annað er at vera sendur av landinum. Tað er dupult revsing og als ikki einum framkomnum samfelagi verdugt.
Tað er ongin ivi um, at tað at sita dóm í einum øðrum landi við m.a. aðrari mentan, máli og avmarkaðum møguleika at fáa vitjan, kann vera ein óneyðug herðing av dóminum hjá fólki, sum, um hølisviðurskiftini vóru til tess, kundu sitið dómin í Føroyum.
Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera ein arrest ella fongsul, men Mjørkadalur hýsir bæði arrestini og virkar sum fongsul, hóast tað galda ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslað og tey, sum sita dóm.
Víst er fleiri ferðir á, at karmarnir í Mjørkadali eru beinleiðis atvoldin til, at fleiri avbyrgingar eru enn neyðugar, og at tað meira enn so kemur fyri, at fólk vera avmarkað óneyðuga nógv orsakað av fysisku kørmunum.
Fysisku karmarnar gera sostatt ,at fólk verða frælsisskerd meira enn ætla. Tað er ikki í lagi og má ikki góðtakast. Vit vita, at avbyrging hevur skaðiliga ávirkan, eisini hóast talan er um styttri tíðarskeið.
Hølisviðurskiftini hava eisini tað við sær, at fólk, sum sita dóm í Føroyum, í fleiri førum verða bæði meira og óneyðuga frælsisskerd enn ásett í dóminum. Hetta snýr seg um so ymisk viðurskifti sum onga atgongd til alnótina, og møguleika fyri rehabilitering, arbeiði og vitjan.
Fongsulsviðurskiftini eru á donskum hondum. Og illa eru tey røkt. Hóast áheitanir bæði úr løgtingi og landsstýrinum er málið komið í drag. Fólkatingslimirnir hava eisini arbeitt við málinum. Niðurstøðan er bara, at enn er onki hent, og seinasta fráboðanin er, at nýtt fongsul skal vera tøkt í 2030.
Hetta merkir so, at í eini 8 ár afturat skulu føroyingar liva við skerdum og brotnum mannarættindum. Absolut ikki í lagi.
Vit eiga at fáa fongsulsviðurskiftini yvirtikin sum skjótast. Danir røkja als ikki uppgávuna. Og tað undrar meg stórliga, at fólkatingslimirnir hava arbeitt við at fáa pening til yvirtikin økir heldur enn at tryggja eina játtan til hetta økið, sum danir jú hava ábyrgd av.
Fongsulsviðurskiftini er eitt av teimum økjunum, sum eg ætli mær at arbeiða fyri.
Sirið Stenberg
Tjóðvaldi