Sjálv havi eg sum lesandi á Fróðskaparsetrinum dagligt samband við onnur lesandi. Tað er greitt, at fleiri hava tað trupult at fáa endarnar at røkka saman. At liva í fíggjarligum ótryggleika í gerandisdegnum er nakað, ið rakar bæði lesandi foreldur og tey, ið ikki hava børn. Hóast lesandi við børnum og stakir uppihaldarir hava atgongd til stuðulsskipanir, sum lætta um fíggjarligu byrðuna, eru hesar ikki nøktandi, soleiðis at hesi lesandi megna gerandisdagin.
Hetta verður eisini staðfest í seinastu trivnaðarkanningini hjá Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum, ið vísir á, at meira enn 75 prosent av lesandi mugu arbeiða undir lestrartíðini, har yvir 36 prosent siga, at hetta hevur keðiliga ávirkan lesnaðin.
Hóast hin lesandi í ávísum førum kann finna nakrir fáir tímar í frítíðini at røkja eitt starv afturat lestrinum, er neyðugt at hava í huga, at lesnaðurin í sjálvum sær er eitt fulltíðarstarv. Harafturat er avmarkað, hvussu nógvan mun nakrir tímar gera, tá leigan ella lánið skal gjaldast og gerandisvørurnar keypast, sum eru í einari methøgari príslegu.
Fíggjarliga støðan skal ikki vera ein forðing
Í somu trivnaðarkanningini siga á leið 23 prosent seg eisini hava hugsað um at gevast við lesnaðinum, orsakað av fíggjarstøðuni. Skulu vit ikki varðveita hesi 23 prosentini, soleiðis at hesi kunnu gagna bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin í Føroyum í framtíðini?
Skulu vit ikki missa hesi, er neyðugt, at studningurin til livikostnað hjá lesandi á hægri útbúgvingunum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingunum verður hækkaður á eitt støði, ið samsvarar við høga livikostnaðin í Føroyum.
Birita Matras Petersen
Valevni fyri Javnaðarflokkin