Avannaata Kommunia vitjaði í Runavík

Runavíkar kommuna var í mong ár vinarkommuna hjá Uummannaq kommunia, og hóast teinurin millum kommunurnar var drúgvur, hittust tær av og á. Fyri nøkrum árum síðan hendu stórar broytingar í kommunalu skipanini í Grønlandi, tær gjørdust færri og størri, og vinarkommunan gjørdist tá ein partur av stórkommununi Avannaata Kommunia. Umframt 21 bygdir og Uummannaq eru býirnir Ilulissat, Upernavik og Qaanaaq partar av nýggja høpinum, har tað búgva góð 10 túsund fólk tilsamans. Eftir at Uummannaq ikki longur var sjálvstøðug kommuna, kom nakað av stígi í samstarvið, men við jøvnum millumbilum hava vit kortini havt vitjan av Barnaheiminum í Uummannaq, har føroyingurin Ann Andreasen ræður fyri borgum.

 

Hetta skrivar runavik.fo.

 

Í gjár vitjaði fíggjarnevndin við Palla Jerimiassen á odda, saman við embætisfólki, Runavíkar kommunu. Eftir at hava verið inni á gólvinum á Bakkafrosti, dastið av fyrrapartinum, legði ferðaliðið at landi á Kommunuskrivstovuni. Borgarstjórin greiddi teimum frá hvørjum stima kommunan er í, og hvørjar framtíðarætlanirnar eru. Á sama hátt sum Avannaata er Runavíkar kommuna ein samansjóving av nógvum bygdum, og setti hetta av álvara dám á orðaskiftið eftir framløguna. Eftir eina løtu í Heiðunum gekk leiðin inn til Søldarfjarðar, har Jákup og Lena borðreiddu fyri okkum í Garðastovuni.

 

Semja var um, at vit aftur fara undir at menna samskiftið sum vinarkommunur, skrivar runavik.fo.