Roðin, sum er næst størsta eldraøkið í landinum, hevði stýrisfund á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi mikumorgunin.
Eftir døgurða henda dagin varð vitjað í dagtilhaldinum á Skála, Sjóvarlon á Strondum og á Vesturskin á Toftum.
Á stýrisfundinum greiddi Unn Justinussen, demenssamskipari, frá, hvussu til stendur á demensøkinum, og hon kom við tilmæli um, hvussu økið verður skipað í framtíðini.
Stýrið tók eimælt undir við tilmælinum.
Hóast avbjóðingarnar eru mangar, so kann stýrið ásanna, at saman við eini sera góðari leiðslu og góðum starvsfólkum er tamarhald á støðuni.
Vilji hevur ongantíð skortað frá teimum trimum kommununum, Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunum, at fáa hetta at bera til.
Í stýrinum, sum tók við á nýggjárinum, eru: Tórbjørn Jacobsen, formaður., Hans Anders Jacobsen, næstformaður, Súni í Hjøllum, Sigrun Jónsveinsdóttir, Arnfinn Langgaard, Drós Ellingsgaard, Elin á Torkilsheyggi, Jógvan Andersen og Jóhan Vest.
Nakað soleiðis, sum her er skrivað í greinastubbanum, skrivar Súni í Hjøllum, stýrislimur og borgarstjóri í Nes kommunu, á sínum Facebook-vanga í gjárkvøldið um eldrasamstarvið, Roðan.