Avbjóðingin í Skálavík er ikki tøkugjaldið

– Lívfiskastøðin í Skálavík hevur verið seinkað av øðrum orsøkum

Á hesum umleið 25.000 fermetra planeraða økinum í Skálavík hevur Bakkafrost gjørt klárt at byggja eina lívfiskastøð. Semja fekst ikki við bøndur um vatnið, og nú er avgerð tikin um, at hon verður ikki bygd kortini.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, nú Bakkafrost í tíðindaskrivi í morgun nevndi hækkaða tøkugjaldið sum orsøk til, at Bakkafrost hevur slept ætlanunum at byggja ein lívfiskastøð í Skjálavík.

– Lívfiskastøðin er seinkað av øðrum orsøkum, men vit vóna, at tað fer at koma upp á pláss. Tað er ikki orsakað av tøkugjaldinum, tað eru trupulleikar, sum vit arbeiða við at finna eina loysn uppá, sigur Høgni Hoydal.

Lesið eisini: Skálavík fær onga lívfiskastøð

Hann harmast um, at hækkaða tøkugjaldið verður nevnt sum orsøk til tað.

– Hatta er eitt mál, sum vit kunnu loysa. Her er sama avbjóðing, sum vit hava sæð í øðrum viðurskiftum. Her kemur eitt nýtt virksemi fram, eins og í alivinnuni og í ferðavinnuni, tá eru okkara mannagongdir og reglur fyri, hvussu kommuna og bøndur gera, hvørji rættindi hevur hvør, og hvørjar møguleikar tey hava.

– Vit hava ikki nakað lógarverk, sum í ferðavinnuni, sum skipar tað, og hetta er so eisini eitt dømi um tað, at tað verða dystir ímillum tey nýggju rættindini og tað gamla sum var frammanundan, sigur Høgni Hoydal, sum vísir á, at her eru ikki fastar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram.

– Men vit arbeiða við, hvussu vit kunnu loysa hesi konfliktmál, sum spurningurin um vatnið til Bakkafrost í Skálavík.

Hann sigur, at tað snýr seg um atgongd til vatn í mun til bøndur og onnur viðurskifti.

– Tað er bara so keðiligt, at hetta verður drigið upp í málið um tøkugjaldið. Eg haldi, at tað er týdningarmikið fyri Sandoynna at fáa eina so góða íløgu, so hesum arbeiða vit víðari við, sigur Høgni Hoydal.

 

 

Á hesum umleið 25.000 fermetra planeraða økinum í Skálavík hevur Bakkafrost gjørt klárt at byggja eina lívfiskastøð. Semja fekst ikki við bøndur um vatnið, og nú er avgerð tikin um, at hon verður ikki bygd kortini.