B36 vann á HB

Kvinnur: Grannauppgerðin í Eysturoy endaði við NSÍ sigri

Fegnar B36 kvinnur eftir 2-1 sigurin á HB Mynd: B36

Í gjár vann KÍ norðoyastevnudystin 11-0 ímóti 07 Vestur, og EBS/Skála vann 3-0 á Vágseiði.

 

Í dag vóru hinir báðir dystirnir – tvær grannauppgerðir – í hesum umfarinum.

 

Í Gundadali vann B36 2-1 ímóti HB. Hálvleiksstøðan var 2-0, og HB minkaði um munin, tá ið tað restaðu tveir minuttir.

 

Brá Zakarisdóttir skoraði bæði B36 málini. Hon er 15 ára gomul, og hetta er fyrsta árið hjá henni í bestu deildini. Dysturin í dag var tann triði, har hon er við, og málini vóru tey fyrstu hjá henni í bestu deildini.

 

Svenska Sofia Karolina Takamäki minkaði um munin fyri HB. Hetta var fjórða málið hjá henni í HB búnanum. Hon var trífaldur málskjútti, tá ið HB í fjórða umfari vann 5-0 í Suðuroy.

 

Í Runavík vann NSÍ 2-1 ímóti Víkingi. Toppskjúttin Heidi Sevdal setti longu í fyrsta minutti hol á, og tveir minuttir eftir steðgin økti Lena Olsen um leiðsluna til 2-0.

 

Eydna Olsen Dalheim minkaði um munin til 2-1 seks minuttir eftir, at NSÍ hevði økt um leiðsluna.

 

Heidi Sevdal hevur nú skorað 18 mál, Lena Olsen hevur skorað 5 mál, og Eydna Olsen Dalheim hevur skorað 4 mál.

 

 

 

10100052330
NSÍ10721361123
HB9513211216
B36943213815
Víkingur9324172011
07 Vestur1022615338
EBS/Skála101189354
TB/FSV/Royn90182431

 

 

 

Leygardagin 17. juni

 

07 Vestur – EBS/Skála

 

NSÍ – TB/FCS/Royn

 

Sunnudagin 18. juni

 

B36 – KÍ

 

Víkingur – HB

 

Fegnar B36 kvinnur eftir 2-1 sigurin á HB Mynd: B36