Bakkafrost fýra ár aftrat sum høvuðsstuðul

Alifyritøkan á Glyvrum heldur fram sum høvuðsstuðul hjá manslandsliðnum í fótbólti í fýra ár afturat

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

FSF skrivar: 

 

FSF og Bakkafrost hava undirskrivað nýggja avtalu, ið inniber, at alifyritøkan á Glyvrum heldur fram sum høvuðsstuðul hjá manslandsliðnum í fótbólti í fýra ár afturat

 


Talan er um eitt samstarv, ið hevur fleiri ár á baki, og nú er greitt, at Bakkafrost eisini verður høvuðsstuðul hjá manslandsliðnum í 2025, 2026, 2027 og í 2028.

 

– Vit síggja eitt stórt virði í føroyska fótbóltslandsliðnum, sum vit eisini halda er eitt gott umboð fyri Føroyar. Tí ynskja vit at halda fram við tí góða samstarvinum, ið hevur verið millum partarnar síðani 2012, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 

Eisini í Fótbóltssambandi Føroya eru tey fegin um nýggju avtaluna við alifyritøkuna á Glyvrum.

 

– Bakkafrost telist millum fremstu alifyritøkur í heiminum, við høvuðssæti í Føroyum, og tað er at fegnast um, at ein fyritøku sum Bakkafrost sær menningarmøguleikarnar hjá manslandsliðnum, samstundis sum fyritøkan ynskir at stuðla tí megnar arbeiði, ið verður gjørt á og rundan um landsliðið, sigur FSF forsetin, Christian Andreasen.

 

Í næstum fer føroyska manslandsliðið undir fyrireikingarnar til HM 2026 undankappingina. Føroyar eru í bólki L, saman við Frankaríki ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar. Fyrsti dysturin verður leygardagin 22. mars, á útivølli móti Kekkia.

 

Dystaskráin (HM 2026)

22. mars Kekkia – Føroyar

25. mars Montenegro – Føroyar

9. juni Føroyar – Gibraltar

5. sept. Føroyar – Frankaríki/Kroatia

8. sept. Gibraltar – Føroyar

9. okt. Føroyar – Montenegro

12. okt. Føroyar – Kekkia

14. nov. Frankaríki/Kroatia – Føroyar

 

Hvørt tað verður Kroatia ella Frankaríki, ið endar í bólki saman við Føroyum, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum teirra millum, sum verða spældir 20. og 23. mars. Skrivar FSF. 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF