Bannað at flagga við útlendskum fløggum

Tað skal aftur vera bannað at flagga við útlendskum fløggum í Danmark.

Fólkatingið vindur ukrainska flaggið undir liðini á Dannebrog í samkenslu við Ukraina við høvuðsdyrnar á Christiansborg Slotti. Tað verður framvegis møguligt at flagga við ukrainska flagginum eitt tíðarskeið. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Tí hevur Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri í Danmark, sent eitt lógaruppskot til hoyringar. Í serligum førum kunnu fløgg sum tað ukrainska verða undantikin, men tað danska eigur at hava eina serliga støðu.

– Dannebrog er tað týdningarmesta tjóðareyðkennið, vit hava í Danmark. Eitt eyðkenni, sum bindur danir saman sum fólk.

– Eg haldi tí eisini, at hendan heilt serliga støðan eigur at føra til, at tað aftur skulu vera reglar um flagging, so tað ikki er frítt at flagga við fløggum hjá øðrum londum. Soleiðis hevur verið verið í meira enn  100 ár, og soleiðis eigur tað aftur at vera, sigur hann í tíðindaskrivi.

Lógin skal koma í gildi í 2025.

/ritzau/