Ein stór grind, sum helst er oman fyri 200 hval, hevur í dag lagt beinini.
Tað var tíðliga í morgun, at grindin var funnin út fyri Viðvík og varð rikin inn á Hvannasund.
Sum skilst, er nógv grind frammanundan á Hvannasunsdsleiðini.
Tí verður grindin býtt í drápspartar, til grannakommunur og eisini út í onnur øki í Føroyum.
Lítið er at ivast í, at tað verða fleiri, sum fara at fáa ein góðan grindabita úr grindini í Hvannasundi í dag.
##med2##