Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý partrolarapør í løtuni fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu.
Tvey partrolarapør og ein lemmatrolari fiska gulllaks.
Fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur, soleiðis sum hann hevur verið leingi.
- Ein lemmatrolari fiskar svartkalva. Teir eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um teir koma inn at landa í næstu viku.
Restin av lemmatrolarunum liggja við bryggju í løtuni.
- Tað er bara ein trolbátur til fiskiskap í løtuni. Teir fáa mest hýsu og toski og so nakað av flatfiski.
Sambært Fiskamarknaði Føroya fer onkur trolbátur aftrat helst út í næstum.
- Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Teir hava brúkiligan fiskiskap. Hini garnaskipini liggja við bryggju, verður lagt aftrat.