‘Barnanjósnarar’ skulu kanna um handlar halda lógina

Í Danmark skulu ung nú kanna, um handlar selja ómyndugum tubbak og rúsdrekka.

Savnsmynd

Tað skrivar DR.

 

Tey ungu, sum eru millum 15-17 ára gomul, skulu vera sonevndir ‘eftirlitskeyparar’. Tey skulu frá 1. juli í ár hjálpa Sikkerhedsstyrelsen við at hava eftirlit við søluni av rúsdrekka-, nikotin- og tubakksvørum.

 

Átakið er partur av eini fyribyrgingaræltan, sum Fólkatingið samtykti í fjør.

 

Stóra bót

 

Selur ein fyritøka rúsdrekka til ein ómyndugan (16 ára aldursmark fyri rúsdrekka upp til 16,5% rúmalkohol, 18 fyri alt sterkari), so kann hon fáa 10.000 krónur í bót fyrstu ferð eitt lógarbrot verður staðfest .

 

Snýr tað seg um ólógliga sølu av tubakki, snúsi og e-sigrettum ella líknandi, so kann fyritøkan fáa 25.000 krónur í bót, fyrstu ferð hon brýtur lógina.

 

Vinnulívið finst at

 

Átakið fær kaldliga móttøku í danska vinnulívinum.

 

Kunningarleiðarin í matvøruketuni Coop, Jens Juul Nielsen, kallar átakið “meiningsleyst”.

 

 – Tú fært ikki nakran at drekka minni ella roykja minni, við at tú sendir ung út at provokera onnur ung, sum sita við kassan, at bróta lógina, sigur hann við DR.

 

Danska vinnuhúsið – Dansk Erhverv – førir fram, at vandi er fyri, at tey ungu koma kunnu koma at ávirka á støðuna.

 

Stine Sjølund Blok, sum er høvuðsráðgevi í Dansk Erhverv, sigur við DR, at “Hetta við at brúka njósnarar eru vit vanliga varin við í Danmark, tí at vandi er fyri, at tú sum njósnari kanst ávirka støðuna”.

 

Savnsmynd