Karim Benzema skal spæla við saudiska meistaraliðnum

Aftaná 14 ár í Real Madrid fer Karim Benzema til Al-Ittihad

Cristiano Ronaldo er longu har. Tað ljóðar, at Lionel Messi er á veg, og nú er staðfest, at ein onnur legenda, 36 ára gamli, Karim Benzema fer at spæla í bestu saudisku liguni.

 

Benzema hevur gjørt ein trý ára sáttmála við saudiska meistaraliðið, Al-Attihad sum vann liguna frammanfyri Al-Nassr, har Ronaldo spælir.

 

Nú bíða vit bert eftir, at Lionel Messi eisini velur tað bankatryggu loysnina í Saudiarabia.