Fýra partrolarapør á upsaveiði í løtuni

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er á Íslandsryggnum og fiskar tosk, og ein er á landleiðini og fær eina blanding av toski og flatfiski.

 

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Upsaveiðan roynist misjøvn, men skipini fáa eisini nakað av hjáveiði.

 

 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey partrolarapør eisini eru á gulllaksaveði.

 

- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kemur væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógv, og ein er í føroyskum sjógvi.

 

 

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er á Íslandsryggnum og fiskar tosk, og ein er á landleiðini. Á landleiðini næst ein blandingur av toski og flatfiski.

 

- Báðir trolbátarnir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku, og tey hava eisini brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.