Betri handilssambond fyri Føroyar

Tað er av alstórum týdningi, at vinnan hevur so góða atgongd til marknaðir sum yvirhøvur til ber.


Tað er gleðiligt, at útflutningurin  er vaksin so nógv tey seinnu árini. Vit hava júst nú, fyri fyrstu ferð nakrantíð, útflutt fyri yvir 11 milliardir av fiskavørum eftir einum ári. 


Tó mugu vit áhaldandi betra um handilsliga atgongdina hjá Føroyum við útheimin. Eisini á Fólkatingi.


Í Føroyum hava vit ynskt okkum sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, men danir hava noktað. Vit hava eisini ynskt okkuim betri handilsavtalur fyri Føroyar. 


Alt hetta má eitt føroyskt fólkatingsumboð hava við í sínum arbeiði, tá ið mann fer til verka á Christiansborg. At mann slóðar fyri og skapar forstáilsi fyri okkara ynskjum, so vit fáa betri atgongd til marknaðir kring allan heimin, serliga evropeiska marknaðin, sum Danmark er partur av, til frama fyri allar Føroyar.


Tað vilja eg og Fólkaflokkurin.