Fult umfar er í Betrideildini hjá kvinnum í dag.
Fyrr í dag hendi tað heldur óvæntaða, at HB vann greiðan 3-1 sigur á verandi greipumeistarunum, NSÍ á ovara vølli í Gundadali.
NSÍ hevði fleiri royndir á málið enn HB, men HB dugdi betur at taka av sínum møguleikum.
HB-NSÍ 3-1 (1-0)
1-0 Ása Stórá Carlsen (14.)
2-0 Sunniva Willemoes (49.)
3-0 Elin Maria Isaksen (77.)
3-1 Helga Mikkelsen (90.+)
Á Dungasandi í Sørvági gjørdi Víkingur sína skyldu við 3-0 sigri á 07 Vestur. Tær úr Eysturkommunu eru nú bert fimm stig frá oddinum.
07 Vestur-Víkingur 0-3 (0-1)
0-1 Jensa Tórálvsdóttir (21.)
0-2 Hanna Isaksen Højgaard (48.)
0-3 Hanna Isaksen Højgaard (61.)
KÍ gagnnýtti til fulnar, at NSÍ snávaði móti HB. KÍ vann á heimavølli við Djúpumýru stórsigur 9-0 á B36. KÍ legði seg á odda longu í fyrsta minutti av dystinum.
KÍ-B36 9-0 (5-0)
1-0 Malena Olsen (1.)
2-0 Tóra Mohr (8.)
3-0 Sólja Ernstdóttir (30.)
4-0 Durita Hummeland (31.)
5-0 Durita Hummeland (40.)
6-0 Malena Olsen (49.)
7-0 Tóra Mohr (76.)
8-0 Sólja Ernstdóttir (82.)
9-0 Maria V. Johansen (90.+)
Í steðginum í dystinum millum Skála ÍF og FC Hoyvík undir Mýruhjalla eru skálakvinnur á odda 4-0 móti FC Hoyvík, og tær vinna sannlíkt dystin.
NSÍ er fremst í deildini við 24 stigum. KÍ er næstfremst við 21 stigum. HB og Víkingur hava 19 stig hvør. B36 hevur 12 stig. 07 Vestur og Skála hava seks stig hvør, og FC Hoyvík er aftast við ongum stigi.
Kelda: dystir.fo