Betrideildin kvinnur: HB vann á KÍ

Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki

Lisa Haraldsen skoraði til 3-1 til HB (Mynd: hb.fo)

Kvinnurnar hjá HB vunnu tíðliga seinnapartin á heimavølli í Gundadali ein flottan sigur á KÍ.

 

HB-kvinnurnar vunnu 3-2 á KÍ. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki. 

 

Í øðrum minutti í seinna hálvleiki legði Lý Gray Djurhuus HB á odda 1-0. Fridrikka Clementsen stóð fyri upplegginum. Í 68. minutti økti Leona Kjærbæk Djurhuus til 2-0. Tá átti Halla Morgan Ejdesgaard næstseinasta fótin. Í 81. minutti fekk Tóra Mohr aftaná upplegg frá Tórun Højgaard Joensen spenning aftur í dystin, men sjey minuttir seinni økti Lisa Haraldsen (myndin) til 3-1. Tá stóð Lý Gray Djurhuus fyri upplegginum. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Tóra Mohr aftur minkað um munin. Hesaferð átti Eyðvør Klakstein uppleggið. Men nærri kom KÍ ikki, og so fóru HB við øllum trimum stigunum.

 

Ígjár vann NSÍ 13-0 á 07 Vestur við Løkin í Runavík. NSÍ er greitt oddalið við 21 stigum. HB hevur 16 stig og KÍ hevur 15 stig. Fremstu liðini hava øll spælt sjey dystir. 

 

Klokkan 17 byrjar dysturin undir Mýruhjalla millum Skála Ítróttarfelag og B36. Klokkan 18 byrjar dysturin á Hoyvíksvøllinum millum FC Hoyvík og Víking.

 

Kelda: dystir.fo

 

Lisa Haraldsen skoraði til 3-1 til HB (Mynd: hb.fo)