BILAR: Fimta ættarliðið av Toyota Prius

Toyota Prius var fyri 20 árum síðani ímyndin av grønu umleggingini við síni slóðbrótandi hybridtøkni.

 

Nú er bilurin komin í fimta ættarliði, men nú er fokus meira á snið og sportligu koyrieginleikarnar.

Tað var einaferð, tá umhvørvisligu eginleikarnir hjá hybridbilinum lógu langt oman fyri allar aðrar bilar. Tað hevur givið høvi til fleiri áhugaverd snið, sum vit hava sæð við eldru ættarliðunum av Toyota Prius.

Men soleiðis er ikki longur, tí í dag er hybridtøknin vorðin gerandiskostur, so nú er aftur fokus á aðrar eginleikar hjá bilunum, ikki minst sniðið. Tað sæst á fimta ættarliðnum av Toyota Prius, sum nú líkist einum snotiligum sportsligum bili við nógvum góðum detaljum.

 

##med3##

Tú leggur merki til nýggju útgávuna við lága sniðnum og við einum kílaformaðum profili. Hann er eisini vorðin ein lágur bilur, og tað merkist, tá tú skal inn og út úr bilinum. 

Fyri 10 árum síðani var Prius næstan 10 cm hægri, og tað gav betri pláss í kabinuni og lættari at koma í og úr. Men alt hevur sína tíð, nú eru tað koyrieginleikarnar, sniðið og høgleiki, sum hjúklað verður um.

Koyrifatanin er fín, og elmotorurin gevur heilar 163 hk, so tær vantar ikki megi, tá tú drønar avstað við bensinmotorinum sløktum. Men skalt tú veruliga hava ferð á, hjálpast bæði bensin- og elmotorurin, og so hevur tú 223 hk til taks.

 

##med2##

Og tá fært tú veruliga ferð á, sum eisini vísir, at hann klárar frá 0 til 100 km/t upp á 6,8 sekund. Tá hoyrist bensinmotorurin væl, men við vanligari koyring er hann rættiliga friðarligur.

Ein av orøskunum til góðu koyrieginleikarnar standast av lágu vektini á bilinum. Prius vigar bara eitt sindur meira enn hálvtannað tons, og sjálvt um tað ljóðar av nógvum, so er tað ikki nógv í mun til vanligar elbilar.

Ein av frágreiðingunum er, at battaríið í Prius bara er 13,6 kWh, sum er ein fimtingur av tí hjá nógvum elbilum. Tað er tó størri enn áður, og tað merkir, at Prius nú alment kann koyra 86 km, tá hann bara koyrir við el.

Og tað merkir eisini, at bilurin væl kann brúkast sum ein elbilur stóran part av tíðini.

Nýggi Toyota Prius er enn ikki komin á marknaðin í Føroyum, men Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service sigur, at tað verður hann í næstum.

 

Lesið meira í Sosialinum um Vikuskiftið, har blaðið BILAR er við