Klokkan 17:45 í gjár var eitt ferðsluóhapp á vegnum millum Skipanes og Skipaneskrossin á Skálafjørðinum. Ein bilur við einum anhangara fór út av vegnum og fekk rættiliga stóran skaða.
Orsøkin til óhappið var, segði bilførarin, at hann mátti gera eina katastrofuuppbremsing, tá tveir bilar komu ímóti honum, har annar yvirhálar hin, sigur vakleiðarin á politistøðini í Havn. Bilurin við anhangaranum fór upp at slingra, og tí misti førarin tamarhaldið á bilinum.
Í hesum sambandi eftirlýsir løgreglan ein reyðan bil og ein hvítan bil. Tann reyði bilurin yvirhálar tann hvíta, og tí má førarin við anhangaranum gera eina katastrofuuppbremsing.
Men hvørgin mótkoyrandi bilurin steðgar, báðir koyra víðari, kanska tí teir ikki hava sæð óhappið, sum tann yvirhálandi bilurin hevur verið orsøk til.
Tí vil løgreglan fegin tosa við teir báðar bilførararnar.