Bilframleiðarar vænta framhaldandi órógv í 2022

Tað verður ikki fyrr enn í seinnu hálvu av árinum, at tað verður lættari at framleiða bilar aftur, siga BMW og Volkswagen

Tað kunnu framvegis vera trongar í framleiðsluni av bilum í 2022, ávara BMW og Volkswagen. (Arkivfoto). - Foto: Genna Martin/Ritzau Scanpix

Stóran part av 2021 hevur tørvur á ymsum lutum gjørt tað trupult at framleiða millum annað bilar.

Tann trupuleikin fer helst at halda fram í 2022. Tað siga týsku bilframleiðararnir BMW og Volkswagen í sambandi við ársroknskapirnar fyri 2021.

Trupulleikin stóðst av koronufarsóttini.

Tá farsóttin rakti, vórðu nógvar verksmiðjur noyddar at steingja eitt tíðarskeið. Tað gekk millum annað út yvir framleiðsluna av ymsum lutum til bilar.

Samstundis gjørdi farsóttin, at fólk ikki brúktu eins nógvar pengar upp á ferðir og annað. Tí høvdu fleiri brúkarar brádliga fleiri pengar, sum tey fegin vildu brúka upp á til dømis ein bil.

Hesi bæði viðurskifti gjørdu tað trupult fyri bilframleiðarar at nøkta tørvin í 2021.

Sambært BMW og Volkswagen kunnu fløskuhálsar framvegis vera í 2022.

– Altjóða eftirpsurningur eftir komponentum til bilar væntast at vera høgur. Tað førir til framhaldandi tronga støðu fyri veitingarnar, stendur í roknskapinum hjá BMW.

Somu útlit sær Volkswagen í sínum roknskapi.

– Árið 2022 fer framhaldandi at verða ávirkað av órógvi við veitingum vegna bygnaðarliga tørvin á komponentum, skrivar Volkswagen.

Eisini her á okkara leiðum fer tørvurin á komponentum at órógva. Stjórin í Bilbranchen, sum er ein partur av Dansk Industri, Thomas Møller Sørensen, váttar, at tørvurin verður ein trupulleiki.

Kríggið í Ukraina hevur bara gjørt støðuna verri, sigur hann.

– Teir ræðuleikar, sum vit eru vitni til í Ukraina, fer at tað gera tað enn verri við veitingarstøðuni.

– Fatanin er, at hetta fer at ávirka flestu bilmerki, men støðan er enn so nýggj, at vit í løtuni ikki hava neyva yvirlitið, sigur Thomas Møller Sørensen.

Í sambandi við tørvin á komponentum er tó ljós fyri stavn, um vit skulu trúgva týsku bilarisunum.

Báðir hóma møguleika fyri, at tað í seinnu hálvu av 2022 verður lættar at nøkta eftirspurningin.

– Vit rokna við, at veitingarnar av komponentum verða frægari í seinnu hálvu av árinum samanborið við fyrru hálvu, skrivar Volkswagen í roknskapinum.

Bæði BMW og Volkswagen eru millum teir tíggju størstu bilaframleiðararnir í Heiminum. Av teimum báðum er Volkswagen størstur við níggju milliónum bilum í 2021.

Ein annar bilframleiðari í Týsklandi er Audi. Í dag almannakunnger Audi roknskap sín fyri 2021 og framtíðarútlit síni fyri 2022.

/ritzau/

 

Tað kunnu framvegis vera trongar í framleiðsluni av bilum í 2022, ávara BMW og Volkswagen. (Arkivfoto). - Foto: Genna Martin/Ritzau Scanpix