Bíligari og fjølbroyttari bústaðir

Fyri 10 árum síðan var størsta vandamálið í Føroyum, at fólk fluttu av landinum. Nú er øðrvísi, tí fólkatalið er farið upp um 54.000, og ein stór avbjóðing er bústaðartrotið.

 

 

 

Avbjóðingin við vantandi og kostnaðarmiklum bústøðum er risastór og rakar serliga hart ungar familjur og tey, sum flyta heim.

 

 

 

Men avbjóðingin fevnir eisini um aðrar bólkar, sum hava tak yvir høvdið fyri neyðini, eitt nú lesandi, fólk við serligum tørvi og eldri.

 

 

 

Bústaðir, ið sum stovnur varð veingjaskotin undir sitandi samgongu, má fáa gongd á aftur at byggja leiguíbúðir, har tørvurin er. Ongantíð betur, um stovnurin fær kastað saman við øðrum um byggiætlanir, t.d. privatum íleggjarum og kommunum.

 

 

 

Djúpt í okkum býr viljin at seta føtur undir egið borð, men við einum húsaprísi upp á 4-5 mió. kr. er hetta sera trupult. Lutaíbúðir eru ein leið at ganga sum millumstig, tí minni eginfígging krevst, minking í skuld hækkar virðið, og lutaeigaranum er tryggjaður ein bústaður við rættiliga kendum kostnaði.

 

 

 

Hóskandi býli til eldri er annað stig at taka, tí fleiri eldri vilja heldur seta seg fyri minni útreiðslum í smærri íbúðum, sum eru lættar at fara um. Tá verða gomlu húsini tøk á marknaðinum til yngri fólk við tørvi á størri húsarúmd.

 

 

 

Tjóðveldi hevur søguliga gingið á odda at skapa møguleikar fyri lagaligari bústaðarfígging gjøgnum Húsalánsgrunnin, sum seinni gjørdist Bústaðir.

 

 

 

Vit mæla til, at Bústaðir fáa heimild til at veita upp í 20 prosent í veðrætti til húsabygging á bygd, har bankafíggingin ikki røkkur. Vit ætla somuleiðis, at kommunurnar skulu fáa víðkaðar heimildir at taka lut í at byggja bústaðir.

 

 

 

Sum samfelag hava vit skyldu til at veita øllum møguleika at fáa tak yvir høvdið. Málið skal loysast, og vit fara undir at loysa tað sum skjótast, koma vit framat eftir valið.

 

 

 

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi