Bjartalíð var í hópinum hjá Fredrikstad

Jóannes Bjartalíð var fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið við í hópinum

Í kvøld vóru góð tíðinda at frætta fyri føroysku landsliðsvenjararnar.

 

Jóannes Bjartalíð var við aftur í hópinum hjá Fredrikstad í bestu norsku fótbóltsdeildini, tá Fredrikstad á heimavølli vann 2-0 á Vaalerenga.

 

Jóannes var ikki á vøllinum í kvøld, men í undanfarnu dystunum hjá Fredrikstad móti Rosenborg og Brann Bergen var Jóannes ikki í hópinum.

 

Fredrikstad hevur seks stig fyri tríggjar dystir aftaná tveir heimasigrar og eitt tap á útivølli. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Fredrikstad dyst í norsku steypakappingini á útivølli móti lokala arvafíggindanum, Sarpsborg.