Even Vigeland eigur myndina

Noreg: Kendi røddina á tí sum rópti neyðarkall

- Hesaferð vóru tað teir, sum høvdu brúk fyri hjálp. Næstu ferð eru tað kanska vit, sigur skiparin á lítla rækjutrolaranum, Amalie Sofie, Arnt Magne Johansen

Even Vigeland eigur myndina

Síðsta leygarkvøld fór ein hending fram út fyri Nordvågen í Norðkapp kommunu í Noregi, har tvey fiskifør lógu um somu leið og fiskaðu.

 

Norskir miðlar skriva um hesa hending, og millum miðlarnar eru eitt nú Verdens Gang.

 

29 ára gamli, Even Vigeland, sum eisini eigur viðheftu mynd, var á sínari fyrstu viku við rækjutrolaranum, Amalie Sofie.

 

Bæði skipini um hesar leiðir hetta kvøldið vóru lutfalsliga smá fiskifør.

 

Even Vigeland lá og svav, tá skiparin, Arnt Magne Johansen, knappliga rópti á hann og bað hann koma upp.

 

- Tað var alda, og vit sóu bara ein reyðan prikk mitt á havinum, sigur hann. Beint frammanundan hevði eitt skip á leiðini sent út mayday - ella neyðarkall.

 

Skiparin á rækjutrolaranum, sum Even Vigeland var við, Arnt Magne Johansen, kendi í somu løtu, sum neyðarkallið kom, røddina á skiparanum á bátinum, sum eldur var í.

 

- Vit fingu at vita, at alt maskinrúmið stóð í ljósum loga, men tíbetur vóru vit ikki langt burtur. 

 

Arnt Magne Johansen koyrdi nú á motorin og stýrdi móti reyða prikkinum á havinum.

 

Tess nærri teir komu, jú týðiligari gjørdust stóru eldglæmurnar. Umleið fimm minuttir seinni vóru teir hjá brennandi skipinum.

 

Tað var myrkt og ringt sýni, og veðrið var ikki hitt besta.

 

Even Vigeland sigur, at tá teir komu til brennandi skipið, sóu teir manningina, tvey fólk, sum stóðu frammi á dekkinum í yvirlivilsisdraktum. Tað brendi aftanfyri tey, og eldurin breiddi seg skjótt.

 

- Tað eru bara tvær vikur síðan, at eg var á trygdarskeiði, har vit vandu hetta, sigur Even Vigeland. Hann leggur aftrat, at hann ikki hevði ímyndað sær, at hann fór at fáa brúk fyri hesum so skjótt.

 

##med2##

 

Skjótt gjørdist neyðugt hjá manningini á brennandi skipinum at leypa í havið undan eldinum. Løtu seinni vísti tað seg, at annar rak aftur um bátin, har eldhavið var størst. 

 

Even Vigeland og Arnt Magne Johansen noyddust nú at stýra kring brennandi skipið. Tað eydnaðist teimum at kasta eina línu út til teir báðar í sjónum, og løtu seinni vóru teir báðir bjargaðir.

 

- Vit vistu, at tað ráddi um at bjarga monnunum. Tað er ein gylt regla á havinum. Hesaferð vóru tað teir, sum høvdu brúk fyri hjálp. Næstu ferð eru tað kanska vit, sigur skiparin á Amalie Sofie, Arnt Magne Johansen.

 

 

 

 

 

 

 

Even Vigeland eigur myndina