Blair mælir til at gera ætlan um tilflyting

Tony Blair gevur nýggja bretska forsætisráðharranum ráð

(Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix)

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair gevur í kjakgrein í The Sunday Times í dag nýggja forsætisráðharranum, Keir Starmer, ráð um, hvat hann skal gera.

 

Tey snúgva seg serliga um, hvussu nýggja Labour-stjórnin má gera eina ætlan fyri, hvussu Bretlandi skal fyrihalda seg til tilflytarar.

 

Hann vísir á, at tað eru ikki bara borgarligir flokkar, sum missa atkvøður til uttasta høgra, men eisini flokkar á miðjuni og til vinstru. Ein týðandi orsøk til hetta er tilflytarapolitikkur.

 

– Vit hava brúk fyri einari ætlan, sum kann fáa tamarhald á tilflytingini. Tey støð, har myndugleikar lata migrantar sleppa inn, verða ófriðarlig, sigur Tony Blair og vísir á Frakland og Italia, har traditionellu flokkarnir eru merkir av ófriði og rembingum.

 

Í gjár segði Keir Starmer, at nýggja stjórnin fer ikki at arbeiða víðari við ætlanini hjá konservativu stjórnini um at senda migrantar til Rwanda.

 

Ein stór europeisk kanning fyri ES-valið í ár vísti, at fólk kring Europa halda, at tilflyting er týdningarmesta politiska evnið at viðgera. Eisini í Bretlandi hevur spurningurin um tilflyting fingið alt størri týdning, síðani Bretland fór úr ES og tók ábyrgd av egnum landamarki aftur.

 

 

 

(Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix)