Í bókini eru nágreinar lýsingar og myndir av listaverkunum og tilsipingar til søgur, persónar og fyribrigdi í mentanar- og tónleikasøgu okkara. Við hesum er listaprýðingin og bókin at rokna sum okkara fyrsta tónleikasøguliga heildarverk.
Astri Luihn greiddi sjálv frá verkætlanini og list hennara í Musikkskúlanum. Síðani hugleiddi tónleikafrøðingurin Knút Háberg Eysturstein um list og tónar.
Høvi var eisini at hoyra vakran instrumentalan tónleik frá Angeliku Hansen og Ólavi Jacobsen og eisini framførdi kór Musikkskúlans.
##med2##