- Eftir ein sera væleydnaðan borgarafund í Haldórsvík er tíðin nú komin til ein borgarafund í Saksun.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu.
Avgjørt er, at borgarafundur verður í Saksun í annaðkvøld, 7. mai, klokkan 19.30.
Og fundurin verður í Dúvugørðum.
- Høvi verður at føra fram sjónarmið og ynskir, sum býráðið kann arbeiða víðari við.
Í Sunda kommunu, sum skipar fyri borgarafundinum, verður heitt á fólk um at møta fjølment.