Bráðtíðindi: Sleppa ikki at koppseta fyri koronu enn

Vit fáa nógv minni koppingarevni enn vit skuldu fáa og tí verður eingin koppsettur enn

Nú er tað greitt, at tað verður eingin føroyingur koppsettur fyri koronu fyribils. Orsøkin er, at vit fáa nógv minni koppingarevni enn ætlanin var, at vit skuldu fáa og tí støða tikin til at bíða við at fara undir at koppseta fólk til seinni.

Annars skuldi fyrstu føroyingarnir koppsetast longu um vikuskiftið, men nú er tað útsett, í hvussu so er til nakað út í januar. Vit skuldu fáa koppingarevni til yvir 2.000 fólk nú á jólum, men vit fáa ikki meiri enn til 35-40 fólk.

– Orsøkin er, at bæði Danmark, og ES sum heild, fáa nógv færri skamtir av koppingarevninum enn ætlanin var, sigur Heilsumálaráðið nú á miðdegi.

Føroyingar fáa sín part úr Danmark, og tí minkar føroyski luturin eisini samsvarandi. Í Danmark vænta tey enn at fáa vaksinuna annan jóladag, men nú er alt eitt sindur óvist, hussu skjótt koppingarevnið verður til taks. Hinvegin er tað greitt, at Danmark fær eitt sindur færri enn 10.000 skamtir í fyrstu syftu og tað er nokk til 5.000 fólk, tí øll skulu koppsetast tvær ferðir.

Føroyar fáa minni enn eitt prosent av danska koppingarevninum. Tað merkir, at føroyska heilsuverkið bara hevði kunnað fingið 70-80 skamtir, ella nóg mikið til at koppseta 35-40 fólk.

Tí er gjørt av at bíða, og tað er ein avgerðin, sum er tikin eftir tilmæli frá Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, Tummasi í Garði, varastjóra í Sjúkrahúsverkinum, og Lars Fodgaard Møller, landslækna.

Í tilmælinum verður dentur lagdur á, at tað er týdningarmikið, at tað altíð verður tryggjað, at tveir skamtir eru til hvørt fólk, sum skal koppsetast. Tað merkir, at tá eitt fólk er koppsett einaferð, verður ein skamtur goymdur til næstu koppseting tríggjar vikur seinni.

– Og tá ið óvissan er so stór, verður mett, at tað er best at bíða til vit fáa fleiri skamtir, sigur Heilsimálaráðið.