Forsetin í Brasilia, Lula da Silva, vil hava russiska forsetan, Vladimir Putin, at fara til Turkalands til møguligar friðarsamráðingar við Ukraina.
Tað var í einari telefonsamrøðu millum forsetarnar í dag, at Lula da Silva eggjaði Vladimir Putin at fara til Istanbul, veit tíðindastovan AFP at siga.
Forsetarnir báðir hitust annars í Russlandi herfyri, tá brasilski forsetin var á almennari vitjan í Moskva.
Spenningur hevur verið um, hvørji umboð Russland fer at senda til Turkalands, men í kvøld bendir alt á, at Vladimir Putin verður ikki við.
Ukrainski forsetin hevur sagt, at hann vil hitta Putin persónliga, men í kvøld sigur hann, at Ukraina er opið fyri friðarsamráðingum í øllum formum.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/nu-er-vladimir-putin-meira-kurrur
##med2##