Aftaná níggju umfør er liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm framvegis ósigrað í bestu svensku fótbóltsdeildini, allsvenskuni.
Men í kvøld munnu Mikkjal og hansara menn iðra seg. AIK var á útivølli á odda 3-2 móti BK Häcken, ið javnaði til endaliga úrslitið 3-3 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tað hevur annars verið AIK sum í fleirum dystum hevur tryggjað sær sigurin ella javnleik móti dystarenda.
AIK er tó framvegis oddalið við 21 stigum fyri níggju dystir. Teir eru eitt stig frammanfyri lokala arvafíggindan, Hammerby sum hevur 20 stig.
Benjamin Tiedemann stútaði AIK framum 1-0 aftaná hornaspark, tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki. Häcken javnaði til 1-1 í 58. minutti, og fýra minuttir seinni vóru teir á odda 2-1.
Victor Andersson javnaði við einum dundurskoti til 2-2 í 69. minutti, og tríggjar minuttir seinni legði Andronikos Kakoullis AIK á odda 3-2. Men ólukkutíð javnaði heimaliðið tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Komandi leygardag klokkan 13 verður toppdystur og grannauppgerð á Strawberry Arena leikvøllinum. Tá tekur AIK móti Hammarby, og tá fer at líða væl, at tað verður útselt á Strawberry Arena.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum BK Häcken-AIK Stockholm 3-3 (0-1):
##med2##