Breiðablik misti í oddastríðnum

Liðið hjá Patriki Johannesen mátti lúta fyri FH í kvøld

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik eru nú fýra stig aftanfyri oddaliðið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Víking Reykjavík.

 

Breiðablik tapti í kvøld 0-1 fyri FH á Kaplakrika vøllinum á Hafnarfirði. FH skoraði sigursmálið stutt undan steðginum.

 

Patrik byrjaði inni fyri Breiðablik, og var skiftur út í 56. minutti. 

 

Breiðablik er nummar tvey í deildini við 26 stigum. Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík hava 30 stig á fremsta plássinum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Breiðablik dyst á útivølli á Ísafirði móti Vestri.

 

Eftir tað spæla Patrik og liðfelagarnir tveir dystir í Conference undankappingini móti Tikves úr Norðurmakedonia.