Eingin ítøkilig ætlan at bøta Elduvíkarvegin

Eftirsleipið upp á umvælingar av landsvegum er fleiri hundrað milliónir krónur

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann, sum hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum ein grein 52a fyrispurning um Elduvíkarvegin. 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin?

2. Um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?

Í svarinum vísir landsstýrismaðurin á, at Elduvíkarvegurin varð bygdur í tíðarskeiðinum 1967 – 1974. Hann er 7,7 kilometrar langur og er í flestu støðum ein einbreytaður vegur við møtiplássum. Vegurin er sum heild ikki í nóg góðum standi. Ein lítil partur av vegnum varð asfalteraður í 2019, men annars hevur eingin serstøk játtan verið til farleiðina í sera nógv ár.

Landsverk hevur í løtuni onga ítøkiliga ætlan um at bøta Elduvíkarvegin. Játtanin til ábøtur verður sum nú er brúkt á vegum við størri ferðslu, og har ábøturnar eru meira átrokandi.

Grundleggjandi trupulleikin er, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er minkað, sjálvt um kostnaðarstøðið er hækkað, nýggir landsvegir eru gjørdir, og ferðslan støðugt økist. Eisini eru størri dygdarkrøv og trygdarkrøv sett til dagsins ferðslu. Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av

føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr.

Landsvegakervið er umleið 500 kilometrar. Samlaða eftirsleipið á undirstøðukervi landsins varð í 2018 mett til at vera umleið 375 mió. kr. Nýggj kostnaðarmeting verður gjørd av viðlíkahaldstørvinum í sambandi við arbeiðið at dagføra samferðsluætlanina. Roknað verður við, at eftirsleipið á infrakervinum nú er væl hægri vegna stórar kostnaðarhækkingar og annað.

Tað er neyðugt at fáa eina breiða politiska semju um at raðfesta viðlíkahaldið av landsvegakervinum næstu árini, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður