Handtikin fyri harðskap

Løgfrøðingar hjá ákæruvaldinum skulu nú fáa greiði á, um persónurin, sum framdi harðskapin og er handtikin, møguliga skal varðhaldsfongslast, meðan málið verður kannað.

Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum harðskapsmáli, har tann, ið løgreglan heldur hevur framt harðskapin, í løtuni situr í brummuni. Talan er um eitt mál, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn sunnunáttina.

 

Í fyrstani varð hildið, at talan var um tveir persónar, sum lupu á hin eina, men síðan hava kanningar víst, at talan er um ein álopsmann. Hesin varð handtikin í gjár, og nú arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvussu hetta málið skal loysast. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgfrøðingar hjá ákæruvaldinum nú skulu fáa greiði á, um persónurin, sum framdi harðskapin, møguliga skal grundlógaravhoyrast, meðan málið verður kannað.