Skála er topplið, og Skála var favorittur undan grannauppgerðini í Leirvík. Skála vann ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, men tað leyp ikki so nógv av. Úrslitið var 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Sigursmálið skoraði Simon Jørgensen við brotssparki, tá ið tað restaði eitt korter. Simon Jørgensen hevur skorað seks mál í landskappingini í ár.
Skála vann brotsspark, áðrenn fimm minuttir vóru farnir. Tá var tað Martin Johansen, sum er toppskjútti við átta málum, sum royndi seg, men Hans Jákup Arngrímsson í heimamálinum bjargaði.
Eitt lítið korter var farið, tá ið Kristian Martin Jakobsen legði gestirnar á odda, og fimm minuttir seinni var tað Fannhard Antonson Skoradal, sum javnaði til 1-1. Hetta var fyrsta málið í ár hjá bæði Kristian Martin Jakobsen og Fannhard Antonson Skoradal.
11. apríl vann Skála 3-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Annan leygardag fær Skála vitjan av ÍF, og Víkingur fer fríggjadagin um eina viku at spæla á útivølli ímóti B36.