Broyta parkering til tveir tímar á Glaðsheyggi

Broyting verður nú gjørd á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi í Havn soleiðis, at nú eru 18 básar við tíðaravmarkaðari parkering í tveir tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.

Parkeringsøkið verður harafturat skipað við tveimum serskildum inn- og útkoyringum.

 

Á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi eru 53 parkeringsbásar, sum hava havt tíðaravmarkingina 8 tímar yrkadagar frá klokkan 9 til klokkan 18. Broyting verður nú gjørd, soleiðis at frá mánadegnum 25. mars fara 18 básar at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.

 

35 básar fara at hava somu tíðaravmerking sum nú, tað eru 8 tímar, frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Parkeringsøkið verður skipað við tveimum serskildum inn- og útkoyringum.

 

Orsøkin til broytingina er, at tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn eftir klokkan 9 yrkadagar. Við at broyta tíðaravmarkingina á nøkrum básum, verður tað lættari hjá fólki, ið hava styttri ørindi í miðbýnum, at finna ein tøkan bás.

 

Parkeringsøkið á Glaðsheyggi í Havn

 

##med2##