Í donsku ítróttarmiðlunum kom tað dátt við, at Brøndby ikki megnaði at vinna á HB í Conference League dystinum á Tórsvølli.
Men um ein hyggur eftir gongdini hjá Brøndby í útidystum í evropeiskum kappingum, so standa teir seg stak illa.
Brøndby hevur nevnliga ikki vunnið ein útidyst í einari evropeiskari kapping síðani 9. august í 2018.
Tó standa teir seg munandi betri á heimavølli.
HER eru 14 teir seinastu útidystirnir hjá Brøndby í Evropa:
24. juli 2025: HB - Brøndby IF, 1-1
15. august 2024: Legia Warszawa - Brøndby IF, 1-1
1. august 2024: KF Llapi - Brøndby IF, 2-2
11. august 2022: FC Basel - Brøndby IF, 2-1 (5-2 eftir brotssparkskapping)
21. juli 2022: Pogon Szszecin - Brøndby IF, 1-1
9. desember 2021: Sparta Prag - Brøndby IF, 2-0
21. oktober 2021: Rangers - Brøndby IF, 2-0
30. september 2021: Lyon - Brøndby IF, 3-0
17. august 2021: Red Bull Salzburg - Brøndby IF, 2-1
15. august 2019: Braga - Brøndby IF, 3-1
25. juli 2019: Lechia Gdansk - Brøndby IF, 2-1
18. juli 2019: Inter Turku - Brøndby IF, 2-0
23. august 2018: Genk - Brøndby IF, 5-2