Bumbuætlan móti Lady Gaga á Copacabana avdúkað

Konsertin hjá Lady Gaga á Copacabana Beach var ókeypis í einari roynd hjá Rio de Janeiro at veksa um búskapin

 

Fleiri enn tvær milliónir fólk hugdu leygardagin eftir konsertini hjá Lady Gaga á Copacabana Beach í Rio de Janeiro í Brasil.

 

- Ókeypis konsertin gekk uttan stórvegis trupulleikar, men sunnudagin boðaði løgreglan frá, at tey høvdu avbyrgt eitt bumbuálop undan konsertini.

 

Tað veit NTB at siga í dag, og tíðindastovan endurgevur aðrar útlendskar miðlar.

 

Sambært fráboðan hjá løgregluni í býnum eru tveir ungdómar handtiknir fyri ætlanir um samskipað álop við gjørdum spreingievni og eldbumbum.

 

NTB veit at siga, at konsertin hjá Lady Gaga á Copacabana Beach var ókeypis í einari roynd hjá Rio de Janeiro at veksa um búskapin.